Nógv verður gjørt fyri at gera bilarnar tryggari í ferðsluni, t.d. skulu bremsurnar ikki blokera, bilurin skal ikki spola og ikki glíða út í svingum.
Nú fáast eisini skipanir, sum ansa eftir lufttrýstinum í dekkunum (TPMS-skipanir) og afturat hesum er nú eisini komin Run Flat Tyre (RFT). Talan er um dekk, sum kunnu koyra og bera vektina av bilinum, hóast tey hava mist lufttrýstið.
RFT-dekkini eru uppbygd nakað annarleiðis enn vanlig dekk, t.d eru dekksíðurnar styrktar við gummi, sum kann bera vektina av bilinum, hóast øll luftin er likin út. Eisini eru dekkini gjørd soleiðis at tey halda sær á felgunum undir koyring uttan luft. Eftir at luftin er likin út, kunnu RFT-dekkini koyra eitt strekki upp á 80 kilometrar við 80 km/t.
Nýggir bilar, sum koma við RFT-dekkum, hava eina skipan sum ansar eftir lufttrýstinum í dekkunum. Hetta fyri at ávara bilføraran um t.d. at okkurt av dekkunum missir trýstið, so hann ikki koyrir við meira ferð enn 80 km/t.
Higartil hava tað mest verið dýrir sportsbilar og luksusbilar, sum hava RFT-dekk sum standard, men tey fara at blíva alt meira vanlig.
RFT-dekk eru umleið 15-20 prosent dýrari enn vanlig dekk.









