Koyr ikki hetta slagið av dunnu í ovnin í dag

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar ímóti einum ávísum slagi av dunnu, tí tær eru ikki egnaðar til mannaføði

 

Nógva staðni kring landið fara fólk nú at stákast við at gera jóladøgverðan kláran. Og nógvastaðni er tað dunnan, sum fer í ovnin.

 

Men nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti einum ávísum slagi av dunnu, sum kanska er selt í Føroyu. Tað eru nakrar dunnur frá Geia Food A/S, sum nú verður ávarað ímóti. Fyritøkan hevur sjálv afturkallað eina sending av »Fersk frilands andebryststeg«.

 

Talan er um »Fersk Frilands Oscar andebryststeg 1500 g«. Framleiðsludagarnar eru 12/12-18, 13/12-18, 14/12-18 og 15/12-18, og strikukodan dunnunum er 5701012125396.


Talan er eisini um »Fersk Frilands andebryststeg 1500 g« har framleiðsludagurin er 12/12-18, 13/12-18, 14/12-18 og 15/12-18. Stregkode på produktet: 5706911008511 

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, orsøkin til ávaringina er, at í summum førum luktar kjøtið illa og tí er tað ikki egnað at eta.