Koyr hanarnar í song!

HANAGÓL Nakað soleiðis kunnu boðini skiljast, sum Jóhan í Kollafirði hevur fingið frá Tórshavnar kommunu. Jóhan býr gamla kolonihavanum á Ternuryggi í Havn, og á ognini hevur hann fýra hanar.

Í skrivi frá Tórshavnar Kommunu hevur hann fingið at vita, at kommunan hevur fingið eina klagu um hesar fýra hanar, sum gala á ognini.
- Umborð fyri Tórshavnar Kommunu hevur verið á eftirlitið 21. apríl í sambandi við klaguna. Har vóru fýra hanar uttan fyri húsini, men teir vóru sera friðarligir. Har stóðst eingin larmur av teimum, sigur kommunan í brævi til Johan.
Kommunan vísir so til reglugerð fyri flogfenaðhald og djórahald, sum sigur, at hanar ikki mugu vera uttandura frá klokkan 21 á kvøldi til klokkan 08 á morgni.
- Tórshavnar Kommuna vil tí heita á tygum um at vísa skynsemi í sambandi við tygara hald av flogfenað og hava hanarnar innandura um náttina, eru boðini frá kommununi til Johan í Kollafirði.
eirikur@sosialurin.fo