Koyr dekkini á gistingarhús

Sum nakað nýtt bjóðar Dekksentrið í Havn viðskiftafólkum sínum at goyma dekkini fyri tey. Hetta nýggja fyribrigdi verður nevnt Dekkhotel, og tað er vanligt í teimum flestu av okkara grannalondum.
Leiðarin á Dekksentrinum, Rúni Lindberg, sigur, at tænastan gongur út uppá, at kundin kemur inn við bilinum, og tá ið summardekkini eru tikin av og vetrardekkini koyrd uppá, goymir Dekksentrið dekkini fyri kundan.
- Á henda hátt sleppur tú undan stríðnum at sleipa dekk til og frá verkstaðnum, og tú kanst sita í frið og náðum og fáa tær ein kaffimunn, meðan dekkini verða skift. Tað er eisini umráðandi, at dekk verða goymd undir røttu umstøðunum. Vit goyma tey í einum rúmi við hita, og tað er nógv betur fyri dekkini, enn um tey verða goymd í eini kaldari garagu, sigur Rúni Lindberg.