Manningin í bólkinum maður:glotti er aftur komin við fløgu.
Fyri trimum árum síðani kom maður:glotti við fyrstu fløguni. Fyrr í ár kom (Messel) við stakfløgu og nú hava Ova og (Messel) givið enn eina fløgu undir heitinum maður:gloti - nakin?.
Og teir smæðast ikki. Longu á fyrru fløguni, og pallframførsluni tá, hevði bólkurin hug at taka upp ymisk evni, ið ikki eru vanlig at hoyra um.
Esini hendan fløgan er persónlig og tekstirnir fjala einki og tykjast vera úr egnum veruleika. maður:glotti leggur dent á tað persónliga við djarva fløguhúsanum, har lítið er eftir til hugflogið. Onkutíð einki.
Tó er t.d. forsíðan stuttlig, tí fløgan nevnist Nakin? og spurningurin er góður, tí er viðkomandi á forsíðuni nakin?. Ova er listafólk og hevur staðið fyri húsanum, ið má metast at hava ávíst listarligt viðri.
Eisini orðini eru djørv. T.d. tá sungið verður um, at ?eg helt meg hava funnið mær ein myrkamorreyðan at fylgjast við... nekari, tú ert littur, afrikanari, ...svertingur ... koyr blámannin á bláman, tí litirnir hóska sera væl saman?.
Eisini tónleikaliga er talan um øðrvísi stíl, enn vit vanliga hoyra og teldan hevur leiklut.
Teir siga seg hava gjørt fløguna á veg til Sumbiar. Hon er upptikin í Nibe, Danmark og Tutl gevur út.









