Kári Olsen
Líka síðan Vágatunnilin lat upp fyri ferðslu hevur "ómannaða" gjaldsstøðin virkað so illa at at hon altíð hevur verið manna.
MEN, nú er alt nógv betri. Nú kanst tú bert koyra uttan at steðga við nakra gjaldsstøð ? tú fært rokningina sendandi. Snilt, snilt.
Eg eri ikki ein av teimum, ið dagliga nýta Vága-tunnilin, men koyrdi gjøgnum tunnilin 3. november í ár. Gjaldsstøðin, har ein fyrr skuldi koyra inn og trýsta á ein knøtt fyri at fáa eina rokning ? væl hjálptur av í minsta lagi einum vaktarfólki ? var nú sperrað av og boðað varð frá við stórum skelti og stórum stavum at nú skuldi ein bert koyra víðari. Hetta geri eg so við góðari samvitsku og í góðari trúgv ? væl vitandi at hetta er eisini einasti møguleikin fyri at náa yvir á Streymoynna aftur.
Tríggjar dagar seinni fái eg rokning sendandi. Á rokningini, ið er eitt máls-ligt misfostur og ein vavst-ur av føroyskum, norskum, íslendskum og donskum, stendur við stórari skrift: "Ólóglig koyring um bummstøð". Rokningin ljóðar uppá kr. 180,- + kr 400,- í eykagjaldi, tilsamans kr. 580,-. Ikki nokk við tí, men á rokningini stendur eisini at "Verður ikki goldið rættstundis, verða kr. 100,00 lagdar afturat eykagjaldinum."
Á eini etikett. ið er klistra á rokningina, stendur við stórum reyðum stavum, at "Verður upphæddin goldin alt fyri eitt, kunnu tygum síggja burtur frá eykagjaldinum hesaferð". Við øðrum orðum - tú skalt bara váða tær at gera hetta aftur.
Eg fái eisini at vita at eg skal upplýsa kundaeyðkenni, tá goldið verður. Hetta er í mínum føri 36000000000300000282713. Ikki júst eitt tal ein gongur við í høvdinum.
Ætlan mín var bert at senda ein teldupost til P/F Vágatunnilin, men fann onga telduposttilskrift nakra staðni ? hvørki á heimasíðuni, Gulu Síðunum ella aðrastaðni. Hví eitt nýtt virkið við fínari heimasíðu ikki ynskir at upplýsa eina telduposttilskrift, kann ein gera sínar egnu metingar um.
Eg eri annars vanur við at gjalda rokningar rættstundis og var tí ikki júst fegin um at fáa eina rokning við eykagjaldi fyri ólógliga gjøgnumkoyring. Eg loyvi mær eisini at ivast í, um Vágatunnilin hevur lógina aftan fyri seg, tá teir hótta fólk við eykagjaldi á henda hátt.
Spyrji eisini meg sjálvan, hví ein ikki bara sendir eina vanliga rokning og síðandi sendir ein rykkjara seinni, um rokningin ikki verður goldin rættstundis. Hetta er vanlig mannagongd aðrastaðni og burdi eisini verið ein góð loysn sæð gjøgnum brillurnar hjá nevndarformanninum/Postverksstjóranum: jú fleiri send brøv, jú fleiri pengar í kassan hjá Postverkinum.
Eg vil heita á manningina aftanfyri P/F Vágatunnilin um at taka sær um reiggj og hugsa seg eitt sindur betri um í framtíðini ? og ikki minst: at nýta vanligan fólkasið í samskiftinum við viðskiftafólk.