Kovin í Sandavági hevur ikki nóg mikið av rávøru, tí hon kemur ikki til lands Higartil í ár hevur Kovin bert keypt eini 40 tons av føroyskari livur, men tað er bara ein tíggjundapartur av tí, sum er neyðugt fyri at hava framleiðsluna gangandi. Tað sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.
Síðani Kovin í Sandavági byrjaði í 1980, hevur virkið niðursjóvað rogn, laks, rækjur, fiskakaku og peteir, havtasku, toskalivur og saltfisk. Men í dag er bert rognaframleiðslan eftir í Føroyum.
Í meðal 12 fólk arbeiða á virkinum í dag - ein triðingur av tí tað var, tá mest var at gera.
Kelda: Kringvarpið