Kovboy ball á Hálsi

Sjáldan munnu so nógvir føroyingar í kovboyhatti hava verið savnaðir í sama høli, sum tá Bellamy Brothers fóru á pall í Høllini á Hálsi leygarkvøldið, og Bellamy skuffaðu ikki countrytystu føroyingarnar, ið vóru óvanliga væl upphitaðir av føroyska kovboynum Magna Christiansen, ið ikki stóð aftan fyri útlendsku stjørnurnar

Ummæli



Ítróttarhøllin á Hálsi var á tremur við fólki, tá Bellamy Brothers á øðrum sinni vitjaðu í Havn. Áskoðarafjøldin var munandi eldri, enn hon vanliga er, tá konsertir eru í hesi høllini, og millum bæði mannfólk og konufólk var kovboyhatturin best umtókti høvdabúni. Hetta vóru fólk, ið vildu hava country og sum vildu dansa, og tey vórðu ikki skuffaði, tí her var møguleiki til bæði.


Góðir karmar

Frammanfyri pallin savnaðust, tey sum vildu standa og njóta tónleikin, meðan gólvið báðumegin við pallin gjørdist eitt rimmar dansigólv, og á áskoðaraplássinum sótu tey, ið høvdu tørv at hvíla sær beinini. Henda høll, ið so ofta hevur virkað keðilig til konsertir, var leygarkvøldið sum skapt til endamálið.


Magni er Mr. Country

Fólk vóru væl uppløgd, og høllin var longu rættiliga full, tá Magni Christiansen fór á pall við sínum vælspælandi bólki, og lat tað verða sagt beinanvegin, at fyri tey, sum veruliga vildu uppliva country var Magni besta upplivingin á kvøldinum. Við einum blandi av lániløgum frá einamest Alan Jackson og heimagjørdum løgum, borðreiddi Magni við eini frálíkari countrykonsert. Magni er føddur at undirhalda, og tað er synd, at hann ikki oftari er at síggja á tílíkum dansitiltøkum. Serliga góð gjørdist løtan, tá Sigrid Rasmussen fór á pallin, og sang tvey løg.

Sigrid hoyrdi ikki seg sjálva, og var tí eitt sindur trilvandi fyrstu lítlu løtuna, men eftir nakrar fáar reglur, vísti hon sína høga klassa, og lyfti seg uppum ljóðtrupulleikarnar.Tá tey bæði endaðu konsertina við at syngja »I’ll Fly Away«, var upplivingin fullkomin, og hetta var fyri meg hæddarpunktið á kvøldinum. Tað var eisini stuttligt, at Magni, sum eykalag spældi eina Shakin’ Stevens syrpu.


Føðingardag á pallinum

Bellamy Brothers vóru høvuðsnavnið á kvøldinum. Við sær høvdu teir ein flokk av sera vælspælandi tónleikarum, og hóast røddin hjá 61 ára gamla Howard Bellamy var nakað merkt av høga aldrinum, so var upplivingin sera góð. Serliga tí, at yngri bróðurin, David, ið fylti 57, meðan hann stóð á pallinum, sang flestu løgini, og gjørdi tað so øgiliga sannførandi. David hevur eina feita countryrødd og stóð fyri stórum parti av country-feelinum. Sjálvur tónleikurin var rættiliga country-light. Lagt var fyri við gamla hittinum “Old Hippie” og síðan gekk tað slag í slag, við eini ørgrynnu av country-balladum, flest allar um kærleika. Hetta var vælegnað til at klemmast við unnustum og konum og at dansa tætt til, men fyri ein einsamallan tónleikafjeppara, gjørdist tað dekan ov langdrigið. Tað var ikki fyrr enn móti endanum, tá lívligari løg, sum »If I Said You Had a Beautiful Body (Would You Hold It Against Me)«, at konsertin gjørdist ordiliga góð.