Nicolina Jensen Beder
????????????????????
Sjóstúkan hin síða
hvønn halgidag man prýða
og fríðka abba tín;
ikki prýður abba mín
kotið gamla víða.
Hans A. Djurhuus.
Heitið kot á føroyskum hevur bert verið nýtt til eitt ávíst plagg, sermerkt av tilfari og útsjónd. Væl varð farið um, tá ið ull skuldi fáast til vega til kotavadmal, sjálvt í bóndans garði kundi tað henda, at tey máttu hava fleiri áseyðaroytingar, fyri at fáa nóg nógv av svartari ull, hetta valdaðist sjálvsagt um, hvussu nógvan svartan seyð, tey høvdu. Havi hoyrt, at tey á bóndagarðinum »Á Hellu« í Kvívík høvdu væl av svørtum seyði, júst við kotavadmalinum fyri eyga. Hans, bóndi, segði, at um ein skuldi velja sær lamb við svartari ull, skuldu endarnir á ullini vera reyðlittir, tá gránaði ullin ikki so illa. Kona Hans, Bina, var ófør til hendurnar, vav bæði kota- og buksuvadmal. Tað má hava verið hugaligt hjá bóndafólkunum, tá ið tey vóru felags um áhugan fyri besta tilfari. Mamma mín, Súsanna, bóndadóttur úr Lamba, segði mær, at so væl skuldi ullin nappast til kotavadmal, at tá ið hon helt seg vera lidna at nappa, lat hon ullina liggja náttina yvir, fyri at taka hana aftur morgunin eftir og halda hana upp ímóti ljósinum, fyri at hyggja eftir broddahárum.
Tíðirnar broyttust, og kotini vóru vovin úr tí tilfari, ein kundi keypa frá spunavirkjunum. Hóast hetta kundu vit kalla tað fyri kot. Frá einans at hava verið vovið, varð nú farið bæði at binda og tøva og samstundis kalla tað fyri kot. Hetta haldi eg vera stórt spell. Vit hava nøkur føroysk heiti, sum vísa á nakað heilt sermerkt, sum vit eiga at verja. Verður funnið uppá nakað nýtt sum tildømis við kotinum sum íblástur, eigur viðkomandi plagg at hava egið heiti.
Tað, sum fekk meg at taka pennin í hond, var lýsingin í Dimmu 27. jan. »Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið.« Har verður greitt frá, at sangleikurin er bíbilskur og snýr seg um Jósef, sum av brøðrunum verður seldur til Egyptaland. Víðari verður greitt frá, at ósemjan millum brøðurnar stóðst av, at pápin gjørdi mismun teirra millum og Jósef, við at geva Jósefi eitt ótrúliga fagurlitt kot, meðan teir noyddust at ganga í seyðaskinnum.
Skal sangleikurin eitast at vera bíbilskur, var tað løgið, at lata Jósef í kot og brøðurnar í skinn. Í Bíbliuni stendur: Mós. 37,3. Og Ísrael unti Jósef fram um allar synir sínar, av tí at hann var ellissonur hans; og hann læt gera honum ein síðan ermakyrtil. ? Kyrtil, hálv sýtt, leyst og vítt klædnaplagg, ? ofta við belti ? til menn og kvinnur. Tað einasta, vit kunnu siga út frá hesi upplýsing, er at brøðurnir bert áttu stuttan kyrtil og helst ermaleysar, tá nú ermarnar verða nevndar. Jósef hevði heldur ongan dreym um nakað kot. Mós. 37,6. »Hoyri nú henda dreym, sum meg hevur droymt! Sí, vit fingust við at binda bundi úti á akrinum, og sí, tá reis bundi mítt og stóð beint upp; meðan bundi tykkara stóðu kringum og lútaðu mínum bundi.«
Henda lýsing minnir meg um, einaferð ein ommusonur hevði verið í sunnudagsskúla, og eg spurdi hann, tá ið hann kom heim aftur, hvat hann hevði hoyrt: Jú, segði hann, vit hoyrdu um Nóa, tá ið hann sendi eina kráku út at leita eftir blekki. Ommusonurin hevði ivaleyst býtt um í hugaheimi sínum, ravnin, við krákuna, og grøna oljuviðarblaðið við blekkið.