Í kvøld, týskvøldið, verður fyrielstur um kostvanar á Margarinfabrikkini í Havn. Í næstum fer Margarinfabrikkin at hava heilsugóðan mat at bjóða til bíligan penga.
Í kvøld, týskvøldið 9. desember kl 20 skipar Margarinfabrikkin fyri fyrilestri undir heitinum: Kostvanar hjá børnum og ungum.
Fyrilestrahaldari verður Anita Højgaard, kostráðgevi. Hon fer m.a. at geva góð kostráð til børn og ung og eisini onnur, ið ynskja at vita meira um heilsugóðan kost.
Hesin fyrilestur er ein liður í, at Margarinfabrikkin í næstum fer í gongd við eina matarskipan, ið inniber, at børnini og tey ungu, ið koma á Margarin-fabrikkina eftir skúlatíð, fáa møguleika at keypa heilsugóðan mat fyri bíligan pening.
Eftir fyrilesturin er møguleiki at royna nakrar vørur sum MBM hevur at bjóða.
Fyrilesturin er almennur og ókeypis.
Margarinfabrikkin skipar javnan fyri almennum fyrilestrum, sum viðgera viðurskifti hjá børnum og ungum.










