Hevur føði nakað við minkandi barnatal í Danmark at gera?
Tað er ein spurningur, sum danir seta sær, nú barnsburðartalið er tað lægsta í 20 ár. Haraftrat kemur, at tíggjuna hvørt barn, sum føtt verður í Danmark, er eitt úrslit av ísáðing - ella tí, sum danir rópa ”kunstig befrugtning”.
Hetta hevur fingið ávaringarklokkurnar at ringja hjá eini røð av donskum politikarum.
Dýr loysn
Loysnirnar við eftirgjørdari ísáðing eru bæði kostnaðarmiklar, og tær eru ikki nøkur trygd fyri, at storkurin kemur á vitjan.
Sambært kanning, sum danska heilsustýrið kunngjørdi í 2012, vóru tað bert 14% av eftirgjørdari ísáðing, sum førdu til familjuvøkstur.
Hvør er kosturin?
Ein spurningur, sum hevur tikið seg upp, tá ræður um, hvussu gitingarfør foreldur eru, er kosturin.
Danmark er millum londini í Evropa, sum hevur minst av seleninnihaldi í kostinum. Selen er eitt týdningarmikið evnið, sum júst hevur ávirkan á sáðgóðskuna hjá monnum.
Betri sáðgóðsku
Í 1988 almannakunngjørdi skotski granskarin, Alan MacPherson, eina kanning sum vísti, at tá menn við minkandi sáðgóðsku fingu tilskot við selen, hevði hetta ávirkan á fleiri økjum.
Eitt nú minkaði talið av vanskaptum sáðkyknum, sum ikki kunnu ”svimja” á vanligan hátt og tí eru fruktbarar. Eisini sást, at tilskot við selen gjørdi, at 11% fleiri menn kundu gerast pápar.
Tað er ikki talið av sáðkyknum, men neyvari góðskan í sáðkyknunum, sum er avgerandi fyri gitingarførið.
Ávirkan av eituri
Í gerandisdegnum vera fólk útsett fyri eini røð av umhvørviseitri, sum vit anda í okkum, fáa í okkum við føðini ella á annan hátt. Talan er eitt nú um tungmetall sum cadmium og kiksilvur, sum bæði ávirka gitingarføri, vøkstur og menning.
Kelda: helse.dk










