Kostunica fer frá

Serbiski forsætisráðharrin, Vojislav Kostunica, boðaði í dag frá, at hann leggur frá sær Vojislav Kostunica segði, at tað er so stór ósemja í stjórnarsamgonguni, at í veruleikanum virkar stjórnin ikki, og so er eingin orsøk til at verða sitandi, segði hann.

Kostunica segði fyrr í vikuni, at fleiri av hansara samgongufeløgum høvdu størri hug at laga seg eftir ES og Vesturheiminum enn at verja serbiska ræðisrættin yvir Kosovo.

At Vojislav Kostunica fer frá merkir, at tjóðartingsval verður í Serbia tann 11. mai. Eygleiðarar siga, at valið kann enda við, at víðgongdar tjóðskaparkreftir við tøttum sambandi við Russland fáa ræðið í Serbia.