Hann gjørdist heimsins dýrasti fótbóltsspælari, tá hann í 2013 skifti frá Tottenham til Real Madrid fyri 630 milliónir krónur. Synd er tó at siga at hann hevur livað upp til vánirnar, fyrst og fremst orsaka av, at hann hevur verið plágaður av skaðum meir ella minni alla tíð sína í spanska høvuðsstaðnum.
Spanska høvuðsstaðaravísin Marca vil vera við, at núverandi skaðin hjá Garth Bale er tann 19. seinastu fýra árini.
Marca hevur tí verið eftir roknimaskinuni og roknað seg fram til, hvussu nógv Gareth Bale kostar felagnum. Sambært avísini hevur hann einans spælt í 55 prosent av dystunum hesi fimm kappingarárini, hann hevur verið í Real Madrid. Hann hevur millum annað verið skaddur 40 av teimum seinastu 60 dystunum.
Sambært Marca hevur Gareth Bale spælt 159 dystir fyri felagið, og um keypsprísurin og árslønin (sum sigst vera um 170 milliónir krónur) verða roknað við, kostar hann felagnum 7,9 milliónur krónur hvønn dyst, hann spælir.
Tað svarar til yvir 100.000 krónur um minuttið, hann er á vøllinum, og Marca vil vera við, at felagið hevur brúkt 1,3 milliardir krónur upp á spælaran higartil.
Hálvtannað ár er eftir av sáttmálanum hjá Gareth Bale og ivasamt er, um Real Madrid ætlar sær at endurnýggja hann. Um ikki, so verður hann væntandi seldur í summar. Longu farna summar gingu søgur um, at Manchester United vóru áhugaðir í at fáa hann til Old Trafford.










