Tilsamans betala skattgjaldararnir í Suðuroy 14 milliónir krónur í umisiting til tær sjey kommunurnar í oynni.
Á fundi við miðnámsskúlarnar í Vági mánadagin, fortaldi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, at 14 milliónir krónur um árið er tað, sum tað kostar at umsita tær sjey kommunurnar í Suðuroy.
Hann vísti eisin á, at í teimum kommununum í Suðuroy, eru tilsamans 43 bý-og bygdaráðslimir og tilsamans fáa teir 3,6 milliónir krónir í løn um árið.
Tað merkir, at sjálvar umsitingarnar hjá teimum ymsu kommunurnar, kosta tilsamans einar 10,4 milliónir um árið. Her er talan um skrivstovufólk o.s.fr.
Kann brúkast betri
Og Landsstýrismaðurin í innlendismálum duldi ikki fyri, at hann helt, at hesin peningur kundi verðið brúktur betri.
- Ein og hvør kann hugsa sær til, hvat kann fáast fyri 14 milliónir um árið í einum øki, sum er sera illa fyri og tyngt av skuld.
- Fyri 10 milliónir hevði borið til at havt eina professionella umsiting í Suðuroy við løgfrøðingum, búskaparfrøðingum, tekniskum starvsfólki o.s.fr.
- Og tá hevði enntá peningur lopið av.
Í hesum sambandi leggur hann afturat aftaná fyri Sosialinum, at vanliga verður sagt, at ein løgfrøðingur, búskaparfrøðingur ella annar akademikari, kostar 500.000 krónur um árið.
So kann ein og hvør hugsa sær, hvørji størv kundi verið sett á stovn fyri ta upphæddina, sum umisitingin kostar í dag.
100 milliónir at menna oynna fyri
Tað er ongin loyna, at Jacob Vesterggard er heitur talsmaður fyri at leggja alla Suðuroy í eina kommunu.
- Savnast øll Suðuroy í einari kommunu, kann hon fáa eina sterka umsiting. Men allir suðuroyingar eiga eisini at vera førir fyri at seta seg við sama borð og leggja útbyggingar til rættis á ymsum økjum, bæði mentanarliga, vinnuliga og á ítróttarøkinum.
- Tað er sera umráðandi at allar fíggjarligar kreftirnar í teimum sjey kommununum, verða savnaðar og brúktar til felags besta fyri Suðuroynna sum heild.
Hann heldur, at endamálið er at fáa meiri burturúr tí samlaða fíggjarliga tilfeingi, sum er til taks, so at Suðuroy kann lyftast upp.
- Suðuroy hevur stóra skuld, men tað kann tykjast órættvíst, at summar kommunur hava brúkt nógvan pening til útbyggingar, sum borgarar úr øðrum kommunum njóta gott av, sum ikki betala skatt í teimum kommunum, sum hava gjørt útbyggingarnar.
- Í mínari verð er onki so natúrligt, sum at øll Suðuroy verður savnað í eina kommunu, so at vit standa sum ein maður úteftir, legði hann afturat.
Hann vísti á, at verða allar kommunrunar í Suðuroy lagdar saman, hevur hendan eina kommunan góðar 100 milliónir at arbeiða fyri um árið og at menna oynna við.
- Er ætlanin at byggja mentanarhús, fótbóltsstadion ella annað, byggjast, hevði orka verið til tað í nógv størri mun enn hvør einstøk komma hevur nú.
- Og verður øll oyggin løgd saman, verður skuldin hjá Suðuroyar Kommunu 0,79 álíkning, ella minni enn eina álíkning.
Størri eindir ein fortreyt
Landsstýrismaðurin í innlendismálum vísti á týdningin at skapa størv í Suðuroy so at fólk við útbúgving høvdu nakað at koma aftur til.
Í dag hava teir suðuroyingar, sum fáa sær útbúgving, lítið og onki at koma aftur til, men hetta er eisini ein spurningur, sum landsstýrið arbeiðir við.
Men hann hevur fyrr nevnt, at skulu fleiri málsøki leggjast frá landinum undir kommunurnar at umsita, er tað ein fortreyt, at øki leggja saman í størri eindir, so at tey verða førar fyri at átaka sær eina økta umsiting og soleiðis, at Suðuroy kann verða umsitin úr Suðuroy og ikki úr Havn, sum nú.