Maskinskaðin, Smyril fekk í summar, fer at kosta Strandferðsluni einar fýra milliónir tilsamans.
Tað sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, nú greiða er fingin á, hvussu mannagongdin verður í sambandi við at umvæla brekið.
Somuleiðis er greitt, at tað motorurin verður ikki umvældur, tí Tryggingin og Strandferðslan hava avtalað at keypa nýggjan motor.
- Vit hava gjørt avtalu við Mest um at keypa ein nýggjan at seta í Smyril, sigur Conrad Gaard Joensen.
Tað tekur 13 vikur at byggja motorin og flyta hann til Føroya, so tað verður ikki fyrrenn eftir nýggjár, at hann verður settur í Smyril.
Motorurin verður skiftur í Føroyum. Hol verður skorið í biladekkið og motorurin tikin úr Smyrli og tann nýggi settur í.
Conrad Gaard Joensen sigur, at Smyril fer at verða tikin úr sigling í einar tvær vikur, men at tey síðstu forbindilsini ímillum nýggja motorin og skipanina umborð, verða gjørdar undir sigling.
Rakstrarleiðarin sigur, at Strandferðslan er nú farin at kanna møguleikarnar fyri at finna avloysaraskip fyri Smyril tær báðar vikurnar, hann verður tikin úr sigling.
Hóast eingin avtala er gjørd, er tað kortini rættiliga sannlíkt, at talan aftur hesuferð verður um Norrønu.
- Vit hava verið í samband við Smyril Line og haðani er áhugi at leiga Smyril til Suðuroyarsiglingina, sigur Conrad Gaard Joensen.
Sjálvur motorurin kostar góðar fimm milliónir og tilsamans fer umvælingin at kosta átta milliónir.
Av teimum hevur Strandferðslan eina sjálvábyrgd á tvær milliónir.
Men harafturat kemur so útreiðslurnar til at leiga avloysaraskip.
Hvussu nógv, tað fer at kosta, veit rakstrarleiðarin ikki. Men seinast, Strandferðslan leigaði Norrønu, kostaði hon 200.000 krónur um dagin.
Verður sami prísur galdandi aftur hesu ferð, fer tað sostatt at kosta 1,8 milliónir at leiga Norrønu í 14 dagar.
Sostatt fara útreiðslurnar hjá Strandferðsluni tilsamans at tátta í fýra milliónir og Conrad Gaard Joensen sigur, at tað verður neyðugt við eini eykajáttan frá Løgtinginum til endamálið.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ásannar, at tað verður neyðugt við eini eykajáttan og tað verður tikið upp í landsstýrinum, tá ið tølini eru púra greið.