Kostar pengar at verja okkum

Vespur og morðsnigil og flatmaðkur, eru trý dýr, vit ynskja har piparið grør. Men tað er ikki ókeypis

Tað ber væl til at verja seg fyri at fremmand skaðadýr og skaðaplantur koma inn á okkum.

Tað sigur Jákup Vestergaard, landsstýrismaður.

Men tað kostar pengar, leggur hann afturat.

 

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt hann, hvussu vit í Føroyum verja okkum fyri óynsktum plantum og dýrum, sum eru komin inn á okkum uttaneftir.

 

 

Jacob Vestergaard staðfestir, at fremmand djóra- og plantusløg koma til Føroya, og at summi teirra fáa fótin fyri seg, hóast tey eru óynskt, bæði tí tey eru innflutt av fólki, ella tí tey koma higar við vørum, sum koma til landið.

 

Sum dømi kann nevnast, at mong vilja vera við, at vespan kom til Føroya, tá Tórsvøllur varð bygdur, meðan álítandi eygleiðarar og heimildarfólk hava víst á, at vespan longu var her frammanundan.

 

- Tað er ringt at tryggja seg hundrað prosent, serliga tí at vit hava onki innflutnings- ella marknaeftirlit við fremmand djóra- og plantusløg verða løgd upp saman við vøru og farmi.

 

Hann sigur, at tað ber til at krevja eina heilsuváttan við øllum viðkomandi vørum, sum koma higar og innflytarin so rindar eina ávísa upphædd fyri

 

- Ein slík skipan kann tó ongantíð geva 100 prosent vissu fyri, at ikki okkurt fremmant kykt kann fylgja við.

 

- Eyðsæð er, at skal ein skipan setast í verk, sum veruliga munar at fyribyrgja innflutningi av fremmandum djóra- og plantusløgum, so fer tað at kosta í umsiting og eftirliti.

 

Hinvegin er ongin skipan sum forðar fyri, at lógliga innflutt plantu- og djórasløg brádliga eru leys í føroysku náttúruni.

 

Dømi eru um, at kaninir nú eru at síggja í summum høgum, tí hesar antin eru sleptar leysar ella hava grivið seg leysar úr búrum hjá privatfólki.

 

Skal meiri gerast, krevst, at lóggáva verður smíðað sum avmarkar og setur krøv til innflutning av nógvum ymiskum vørubólkum og  samstundis má  eitt virkið eftirlit vera við innflutninginum, og at brot á reglurnar verða revsað.

 

Eisini krevst, at ein miðvís týning ella upprudding verður framd í verki. Ongin almenn ella kommunal skipan finst í landinum í dag at lofta hesum tíðarkrevjandi uppgávum.

 

Jacob Vestergaard sigur, at er politiskur vilji at játta pengarnar, hetta kostar, er onki í vegin fyri seta eina skipan í verk yri Føroyar.