Danska fyritøkan Telsome ætlar at bjóða føroyingum bíligari telefonsamband gjøgnum sokallað IP-telefoni. Fyritøkan sigur í tíðindaskrivi, at ein telefonsamrøða til eitt nú USA kostar 25 oyru um minuttin. Hjá Føroya Tele er hesin kostnaðurin 4,10 oyru um minuttin.
At ringja til Danmarkar kemur at kosta 10 oyru um minuttin, og minuttprísurin til hini norðanlondini verður um 25 oyru.
-Vit hava valt at leggja út við IP-telefoni í Føroyum, tí vit halda, at tað er eitt neyðugt tiltak á føroyska marknaðinum, sum er merktur av einkarsølu. Og ikki minst tí vit sjálvsagt duga at síggja, at føroyingar kunnu spara nógvan pening við at verða kundi hjá Telsome. Ikki minst tí Telsome-kundar kunnu tosa fyri null krónur sínamillum ? sjálvt um tað er uttanlanda, sigur stjórin i Telsome, Tim Chawes.
Meri fæst at vita við at ringja +45 4690 4000.