Landsstýrið skal brúka eina millión krónur um árið at pjøssa upp á Magnus Heinason, so leingi hann verður siglandi.
Tí biður landsstýrið um 660.000 krónur afturat á løgtingsfíggjarlógini soleiðis, at ein millión krónur um árið verða játtaðar at tryggja nøtkandi virksemi við gamla skipinu, til nýtt havrannsóknarskip kemur.
Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa til vega nýtt havrannsóknarskip. Verandi havrannsóknarskip, Magnus Heinason, er gamalt og krevur nógvar og dýrar umvælingar.
Á játtanini til nýtt havrannsóknarskip verða settar av 10 milliónir krónur. Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa til vega nýtt havrannsóknarskip, ið verður fíggjað sum løgujáttan á fíggjarlógini. Ætlanin er at tillaga verkætlanina frá 2012 til dagsins krøv. Nýtt útbjóðingartilfar verður gjørt í 2016, og verður arbeiðið bjóðað út so skjótt játtan er til tess.









