Kostar minst 9 milliónir at leiga til suðuroyarsiglingina

Kanningarferðin hjá Strandferðsluni til Írlands at hyggja eftir einum skjóttgangandi avloysaraskipi til suðuroyarsiglingina, eydnaðist ikki serliga væl

Møguleikarnir at útvega eina skjóttgangandi ferju til at røkja suðuroyarsiglingina, nú Smyril skal í dokk beint eftir nýggjár, hava fingið eitt skot fyri bógvin.

Tí kanningarferðin, sum strandferðslan hevur verið á í Írlandi at hyggja eftir eini skjóttgangandi ferju til endamálið, eydnaðist ikki serliga væl.

Umboð fyri Strandferðsluna hava júst verið í Írlandi og hugt eftir eini skjóttgangandi ferju, sum møguleikar vóru til at leiga til at røkja suðuroyarsiglingina, nú Smyril skal í dokk tíðliga í vár.

Talan var um ferjuna Jetliner, sum siglur 35 míl.

Jetliner er ikki ein tvíkilja, men eitt vanligt skip, gjørt úr aluminium sum er 95 metrar langt og 17,5 metrar breitt.

Sostatt er tað eitt sindur størri enn Smyril, sum er 91 metrar langur og 16 metrar breiður.

Jetliner tekur 600 ferðafólk og 160 bilar.


Stórar avmarkingar

Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni, sigur, at nú fara tey at skriva vinnumálastýrinum eina frágreiðing um ferðina.

Men hóast hann ikki beinleiðis sigur tað, skilst á honum, at hann er meiri enn ivasamur um at mæla til, at eitt slíkt skjóttgangandi skip verður útvegað til suðuroyarsiglingina.

Hann sigur, at skipið hevur bæði ógvuliga stórar avmarkingar, og er ómetaliga dýrt.

?Tað kann ikki sigla í størri aldu enn tríggjar metrar.

? Og tað vil siga, at tað er ikki nóg mikið at seta ferðina niður, tá ið aldan er størri enn tríggjar metrar.

Tí fer aldan uppum, hevur skipið heilt einfalt siglingsforboð.

Magnus Magnussen sigur, at tað sama er galdandi fyri allar skjóttgangandi bátar í hasi støddini, eisini tvíkiljur.

? Skulu teir sigla í størri aldu, mugu teir vera so ómetaliga stórir, at vit tosa um ein byggikostnað, sum liggur skeivu megin milliardina, sigur tekniski stjórin á Strandferðsluni.

Hann sigur, at hesar avmarkingarnar høvdu borið í sær, at tað høvdu blivið sera nógvar avlýsingar í suðuroyarsiglingini.

? Eitt nú hevði hann ikki kunnað siglt mánadagin, og tað mesta av farnu viku hevði hann heldur ikki kunnað siglt.

Tekniski stjórin sigur teir sluppu ein royndartúr við Jetliner.

? Tá var aldan á markinum til at hann kundi sigla og vindurin lá inn á síðuna.

? Men tað kundi ikki sigast at vera nakar hugnaligur túrur, tí hann rullaði og høgdi illa, hóast hann hevði fýra stabilisatorar.

? Hann arbeiddi nógv harðari og nógv krappari enn Smyril ger. Tað er helst tí, at umframt at sigla skjótt, ger aluminiumsskrokkurin hann so lættan. Hetta var heilt øðrvísi enn at sigla við Smyrli

Annars var tað eitt sera snotiligt og vælútgjørt skip og umstøðurnar umborð vóru sera góðar.

Hann sigur, at í Írska Havinum er sera nógv sigling.

? Og tað skerst ikki burtur, at tað eru tey vanligu skipini, sum eru álitið, ímeðan tey skjóttgandandi ferjurnar mest verða brúktar at hava afturat, tá ið veðrið er gott.


Dýrur at leiga

Magnus Magnussen sigur, at ein bátur sum Jetliner kostar um eina millión at leiga um dagin.

? Men tað er bara sjálv leigan fyri bátin. Tí harafturat koma útreiðslur til trygging, manning, slit, viðlíkahald o,.s.fr. Harafturat kemur, at vit høvdu neyvan sloppið undan at leiga hann í minni enn tveir mánaðir, hóast Smyril bara verður í dokk í umleið ein mánaða.

? Tað tekur sína tíð at fara eftir bátinum og tað tekur sína tíð at lata hann aftur. Harumframt er tað ein stórur spurningur, hvussu stutt leigumál reiðarin vil gera.

? So alt í alt hevði prísurin fyri at fingið Jetliner at avloyst Smyril í vár, neyvan verið undir níggju milliónir, sigur Magnus Magnussen.

Hann sigur, at Strandferðslan hevur bara 1,8 millión til endamálið.

So samanumtikið tykist tað, sum um ein skjóttgandandi ferja á suðuroyarleiðini er minst líka langt burtur nú, sum hon hevur verið.Men tað veldst sjálvandi um tann politiska vilja. og ikki minst, veldst tað um, hvat suðuroyingar vilja góðtaka av avlýsingum og rulli.

? Spurningurin er fyrst og fremst, hvat verður góðtikið av prísi og av avlýsingum.

? M.a. er tað ein spurningur, um suðuroyingar vilja góðtaka, at ferjan skal avlýsa so nógvar túrar, sum talan hevði verið um við eini skjóttgangandi ferju av hesari støddini.

Tí ein alduhædd uppá tríggjar metrar er ikki annað enn vanligt, føroyskt vetrarveður.

? Tað vil so aftur siga, at spurningurin hevði skjótt farið at gjørt vart við seg at tað hevði verið neyðugt at havt eitt vanligt skip afturat at siglt, tá ið ein skjóttgangandi ferja hevði siglingsforboð fyri veður.

? Tað verður í øllum førum neyðugt at hava eitt vanligt skip afturat, um ferðasambandið skal vera líka trygt og støðugt, sum tað er nú.

Magnus Magnussen sigur, at ferðin í Írlandi var lærurík.

Men nú er hann enn meiri sannførdur um, at ein skjóttgangandi ferja er ikki ein brúkilig loysn á ferðasambandinum ímillum Suðuroynna og Havnina.

? Nú eri eg enn meiri sannførdur um, at besta loysnin fyri suðuroyingar er eitt vanligt skip. Og skal siglingstíðin styttast, er tað frægast at seta so mikið stórar motorar í eitt vanligt skip, at tað ber til at fáa tíðina so mikið langt niður at tað kann góðtakast.

Hann heldur, at tað avgjørt er rætt til at kanna, hvørjir møguleikar eru við einum skjóttgangandi skipi og at lýsa teir møguleikar, sum eru.

? Og vil man góðtaka prísin og avlýsingarnar, hava vit onki ímóti at útvega eitt slíkt skip. Men so mugu øll eisini gera sær greitt, at tað hevur sínar avmarkingar í avlýsingum, og sínar vansar fyri ferðafólkið, tí afturímóti Smyrli, eru tey ótespulig at vera umborð á í ivaveðri sigur Magnus Magnussen.