Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í sambandi við broyting í semingslógini, sum felagið hevldur vera eina skilagóða broyting, ið líkist nógv donsku lógini.
Vinnuhúsið skrivar, at tað, sum almenningurin higartil hevur fingið at vita um nýggju semingslógina í stóran mun hevur verið støðan hjá einstøkum fakfeløgum. Almenna orðaskiftið hevur tí verið heldur einsháttað, heldur felagið.
– Tí veruleikin er, at vantandi fráboðanarfreistin kostar báðum pørtum, tá ið samráðingar eru. Orsakað av vantandi fráboðanarfreistini taka fleiri arbeiðsgevarar fyrivarni fyri møguligum verkfalli og steðga virkseminum nakrar dagar áðrenn, eitt møguligt verkfall kann lýsast. Hetta ger, at fólk ikki sleppa til arbeiðis, hóast nógv er at gera, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum sigur, at manglandi fráboðanarfreistin í Føroyum kostar løntakarunum minst tvær milliónir krónur um dagin.
– Fakfeløginix hava eisini lyndi til at siga, at nýggja semingslógin ger seg inn á fría samráðingarrættin, og at »vápnið« hjá fakfeløgunum - verkfallið - verður skert. Hetta er langt frá allur sannleikin. Latið okkum samanbera donsku semingslógina við føroyska uppskotið til semingslóg.
• Danska semingslógin hevur víðfevndan samanteingingarrætt, sum táverandi javnaðarstjórnin samtykti longu í 1934 - føroyska uppskotið hevur sera avmarkaðan samanteingingarrætt.
• Danska semingslógin hevur ásetingar um uratkvøðu - hendan er ikki við í føroyska uppskotinum, hóast hon er við í galdandi semingslóg.
• Danski semingsmaðurin kann útseta verkfall í tvær vikur tvær ferðir - føroyski semingsmaðurin í eina viku eina ferð.
• Danska semingslógin fekk fráboðanarskyldu á tveir dagar inn í 1958, hon er nú fimm dagar - føroyska uppskotið leggur upp til tveir dagar. Eisini í 1958 var tað ein javnaðarstjórn, sum fekk fráboðanarskylduna inn.
• Danski semingsstovnurin er fult fíggjaður av tí almenna - føroyska uppskotið leggur upp til, at eisini partarnir á arbeiðsmarknaðinum rinda ein part.
– Uppskotið til nýggja føroyska semingslóg er sostatt als ikki so víðgongt, sum fakfeløgini vilja gera tað til. Tað er ein dagføring av tí 85 ára gomlu semingslógini, sum vit hava í dag, og sum tíðin langt síðan er farin frá, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum heldur, at fakfeløgini síggja trøll á alljósum degi - hetta er ein sera lagalig semingslóg. Verkfalsvápnið er óskert og somuleiðis samráðingarrætturin.