Kostar hálva milliard

Føroyar hava als ikki ráð til sjálvstøðugan limaskap í felagskapum sum NATO, sigur Helgi Abrahamsen.

Í gjár var aðalorðaskifti um uttanríkispolitikk Føroya í Løgtinginum. Sum vera man snúði ein partur av orðaskiftinum seg um ríkisrættarligu støðu Føroya, og um hvørjum altjóða felagskapum, Føroyar skuldu stremba eftir at vera limir í. Fleiri vístu á, at tað eyðsæð høvdu verið nógvir fyrimunir í, at Føroyar høvdu sjálvstøðugan limaskap og egna rødd í felagskapum, sum umsita og handfara mál, ið viðkoma Føroyum.

 

Helgi Abrahamsen royndi tó at hála eitt sindur í bremsuna, við at minna Løgtingið á, at limaskapur í hesum felagskapunum eisini kostar. Eitt nú kostar limaskapur í NATO 3 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni hjá limalondunum.

- Vit hava júst fingið fíggjarkarmarnar fyri 2016, og sambært teimum verður bruttotjóðarúrtøkan hjá Føroyum 16 milliardir komandi ár. So um vit skuldu goldið 3% av tí í limagjaldið, so høvdu vit fingið eina rokning á 480 mió. krónur – bara fyri limaskap í einum felagsskapi í eitt ár, segði Helgi Abrahamsen, sum eyðsæð metir, at Føroyar tí als ikki hava ráð at hava sjálvstøðugan limaskap í hesum altjóða felagskapunum.