Arbeiðsskaðar
Fyrr í vikuni høvdu vit grein um ungan drong, Rógva Danielsen, sum fekk skaða í hondina umborð á trolaranum, Ljósafelli, sum er á kongafiskaveiði í Irmingarhavinum.
Í samrøðu við blaðið, vísti pápi drongin, Gunnleif Danielsen á, at tað tók heilar 19 timar, áðrenn sonurin kom undir læknahond í Íslandi.
Tað lá líkasum í luftini, at langa siglingartíðin til lands hevði gjørt viðgerðina í Reykjavík truplari, tí drongurin hevði fingið kolbrand ella byrjan til kolbrand í hondina.
Skipari og lækni
Mortan Johannesen, sum eigur Ljósafelli, harmast um skaðan, sum drongurin fekk. Hann er tó onga løtu í iva um, at skiparin gjørdi tað, hann helt vera rætt.
- Tá ið skaði hendur, sum krevur læknaráð, ella sjómaður gerst sjúkur umborð, tosar skiparin við lækna. Eru teir samdir um, at maðurin eigur at koma undir læknahond, verður eisini tosað um, hvussu best er at gera, og støðan verður tikin hareftir.
Hann vísir á, at tá ið drongurin í hesum førinum fekk skaða umborð á Ljósafelli, varð hildið, at skipið átti at flyta mannin til stytstu havn í Íslandi.
- Eg ivist onga løtu í, at henda avgerðin er tikin eftir bestu sannføring, sigur Mortan.
Tyrla kostar einki
- Vit hava ongantíð fingið rokning fyri tyrlu, sum hevur verið umborð eftir sjúkum manni, men hetta er ein avgerð, sum skipari og lækni taka í felag.
Mortan vísir á, at tað er dýrari fyri reiðaríið at sigla til lands við sjúkum manni enn at boðsenda tyrluni.
- Í hesum førinum hevði Ljósafelli langan veg til lands, og tí hevði tað verið bíligari fyri reiðaríið, um tyrla fleyg ímóti skipinum og flutti mannin á sjúkrahús. Men hetta er sum nevnt ein avgerð, ið tikin verður í samráð við lækna.
Mortan leggur dent á, at í slíkum føri, tá ið skaði hendur umborð, ella maður gerst sjúkur, verður ikki hugsað um, hvat tað kostar at fáa hann til lands.
- Tá ið drongurin í hesum førinum fekk skaða umborð á Ljósafelli, avgjørdi skiparin at hála beinanvegin og seta kós móti nærmasta landi.
Hann vísir á, at Ingolf Rasmussen, sum er skipari umborð á Ljósafelli, er nógv avhildin maður, sum er kendur fyri at vilja manningini tað besta.
- Tí eri eg onga løtu í iva um, at hann gjørdi tað, sum hann helt vera tað besta fyri drongin, soleiðis sum støðan var, sigur Mortan Johannesen at enda.