Kostar at vísa løgreglu rumpu

Ein 22 ára gamal maður úr Oslo er dømdur at rinda 14.000 krónur í sektaruppskoti fyri í vikuskiftinum at hava koyrt buksurnar niður og fyri at hava gnýggjað rumpuna móti einum løgreglubili í Telemørkini í Noregi.

Bótin fevnir eisini um tað, sum løgreglan kallar "ógrundað róp um hjálp ella brúk av neyðsignali", tí hesin í varðhaldinum hevði ábyrgdina av, at sjúkrabilur - við útrykningi - noyddist at koyra til løgreglustøðina.

- Maðurin gjørdi sum um hann ikki fekk fekk anda, eftir at hann hevði spælt deyður, men tá sjúkrabilurin kom á staðið, feilti manninum hvørki eitt ella annað, sigur norska løgreglan.