- Tað kostar at pumpa vatn úr Toftavatni um summarið. Tí eiga øll at ansa eftir ikki at brúka vatn óneyðugt.
Tað sigur Nes kommuna.
Vatnnýtslan í kommununi er økt rættiliga nógv seinastu árini.
- Hóast vit hava bygt ein vatnbrunn aftrat á Svangaskarði - og vit hava stórar vatngoymslur við Kornvatni og báðum Hamravøtnunum, er hetta ikki nóg mikið um summarið.
Kommunan sigur, at neyðugt tí hevur verið um sumrarnar at pumpa vatn niðan úr Toftavatni fyri at nøkta tørvin.
- Pumpingin kostar pening, og tí mugu fólk ansa eftir ikki at brúka vatn óneyðugt, sigur Nes kommuna.