Tað er vorðið dýrari at hava børn í Bretlandi. Ein nýggj kanning, sum myndugleikarnir hava latið gera, vísir, at í meðal kostar tað 1,6 millión krónur at hava eitt barn frá føðing, til tað fyllir 21.
Tað merkir, at útreiðslurnar eru øktar fýra prosent tað seinasta árið og heili 43 prosent tey seinastu sjey árini, skrivar blaðið The Independent.
Bretska kanningin vísir, at tað tað er serliga dýrt at hava børnini, tá tey eru millum 18 og 21 ár. Høvuðsorsøkin til tess er, at tað er rættiliga dýrt at hava børn á bretskum lærustovnum, skrivar The Independent.