Løgtingið fer í dag undir at viðgera játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2024.
Við løgtingssamtyktini um fíggjarkarmarnar tekur Løgtingið undir við, at samlaði útreiðslukarmurin á løgtingsfíggjarlógini fyri 2024 verður 7.274,5 mió. kr. Rakstrarkarmurin verður 6.578,6 mió. kr., og løgukarmurin verður 695,9 mió. kr. Samlaði inntøkukarmurinverður 7.121,2 mió. kr.
Framskrivaða úrslitið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2024 er -153,3 mió. kr.
Framskrivaðu játtanarkarmarnir fyri 2024 vísa, at neyðugt verður við átøkum á útreiðslu- og inntøkusíðu landskassans.
Átøk verða gjørd fyritilsamans um 213,5 mió. kr.
Eftir átøkini verður úrslitið fyri 2024 eitt avlop á 60,2 mió. kr.
Í talvuni niðanfyri eru samlaðujáttanarkarmarnir fyri 2024býttir á greinar.
##med2##
Fyri at røkka ætlaða úrslitinum á løgtingsfíggjarlógini fyri 2024, er grundarlagið tær givnu fortreytirnar fyri framskrivingum og neyðug átøk á útreiðslu- og inntøkusíðu landskassans, soleiðis sum lýst í viðmerkingunum til uppskotið til samtyktar, stendur í uppskotinum, sum fer til 1. viðgerð í Løgtinginum í dag klokkan 11.