Kostar 7,2 milliónir

Nú skal tað vera lættari og smidligari hjá útlendingum at flyta til Føroyar at búgva.
Í hesum sambandi hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sett integratión á politisku dagsskránna.
Týsdagin hevði Løgtingið aðalorðaskiftið um, hvussu vit lættast og smidligast slúsa útlendingar inn í føroyska samfelagið.
Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin lagt eina frágreiðing fyri Løgtingið um integratión.
Í hesi frágreiðingini mælir landsstýrismaðurin til, at í fyrstu syftu skulu vit seta fimm tiltøk í verk, sum skulu gera tað lættari hjá útlendingum at flyta til Føroyar at búgva.
Hesi tiltøkini fara at kosta landskassanum 7,2 milliónir krónur um árið.
Men harafturat skulu kommunurnar eisini seta nøkur tiltøk í verk, sum heldur ikki verða ókeypis.
Hinvegin heldur hann eisini, at tað kundi verið eitt gott hugskot at sett einar 200.000 krónur av um árið at lata í stuðli til kommunur, ítróttarfeløg, arbeiðspláss, ella onnur, sum skipa fyri ávísum integratiónstiltøkum.
Hann mælir eisini til, at tiltøkini verða sett í verk í eini 4-5 ár, fyri at gera tað lættari at seta tey í verk og finna fíggingina.
Yvirskipað er tað best, at alt integratiónsarbeiðið at verða skipað í eini integratiónslóg, sum verður bindandi fyri myndugleikarnar

Fimm tiltøk
Í fyrstu syftu verður annars mælt til at seta fimm tiltøk í verk.
Fyrsta tiltakið er, at ein samskipari skal setast, sum skal geva myndugleikunum ra?ð um integrasjo?n og tryggja, at tiltøkini verða sett i? verk.
Í øðrum lagi verður mælt til útlendingar, sum koma higar, skulu hava byrjanarskeið i? føroyskum og um Føroysk samfelagsviðurskifti og føroyska mentan
Harafturat eiga útlendsk børn í skúlaaldri at fáa eyka undirvi?sing i? føroyskum i? fo?lkasku?lanum
Men tiltøk eiga eisini at verða sett í verk, sum venda sær til børn undir skúlaaldur
- Tað er ty?dningarmikið at børn, ið hava føroyskt sum annað ma?l, so tíðliga sum til ber fara at ny?ta føroyska ma?lið, tí fyrr tey fara at brúka ma?lið, betur verða tey fyri ma?lsliga, sigur Kári P. Højgaard.
Ein máti er at eggja nýkomnum útlendingum í Føroyum at lata børnini fara í dagstovn, har barnið fær møguleikan at tosa føroyskt.
Og at enda mælir landsstýrismaðurin til, at ein tulkatænasta verður skipað, tí samskiftistrupulleikar stinga seg oftani upp, tá ið u?tlendingur skal til samrøðu hja? einum føroyskum myndugleika.
Afturat hesum átøkunum, staðfestir landsstýrismaðurin at eisini kommunurnar eiga at hava ein virknan leiklut í royndunum at integrera útlendingar í føroyska samfelagið.
- Kommunurnar eiga at standa fyri tí mestu kunningini, men arbeiðspla?ss og a?hugabo?lkar a? staðnum eiga at arbeiða við integrasjo?n i? samstarvi við kommununa.
Eitt hugskot er, at stovna ein integrasjo?nsbo?lk a? staðnum, sum samskipar integrasjo?nsarbeiðið har a? pla?ssinum og skipar fyri a?tøkum.

LES EISINI GREININA: Politikarar taka stak væl undir við Kára
LES EISINI GREININA: Mugu taka støðu til flóttafólk í Føroyum
LES EISINI GREININA: Mugu krevja at útlendingar skulu læra seg føroyskt
LES EISINI GREININA: Skulu ikki bara koma til Føroya at fylla sær búkin