Sáttmálasamráðinga
Eisini Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum er hampiliga væl nøgdur við sáttmálan, sum nú er gjørdur við Fiskimannafelagið.
Hann sigur, at sjálvandi er talan um eykaútreiðslur, men at Reiðarafelagið er til reiðar at toyggja seg langt fyri at sleppa undan verkfalli. Tað hevur vigað rættiliga nógv, sigur hann.
Og okkara grundsjónarmið er eisini, at manningarnar skulu trívast væl umborð, men sjálvsagt er tað ein millumvegur.
Útreiðslur koma ongantíð væl við, serliga hjá skipum, sum hava tað tungt frammaundan, ikki minst rækjuskipunum.
Hann sigur, at afturfyri tær eykaútreiðslur ið standast av sáttmálanum, er tískil ein serlig skipan gjørd fyri tey stóru rækjuskipini, so at tey ikki fáa eykaútreiðslur av sáttmálanum. Tað er gjørt við at lækka býtisprosentið eitt lítið sindur.
Jákup Sólstein sigur, at hjá einum vanligum línubáti fer sáttmálin at kosta einar 65.000 krónur um árið tilsamans.
Hjá einum partrolara kostar hann helvtina, men hjá einum trolara við nógvum fólki, kostar tað meir.
? So tilsamans er ikki talan um tær stóru broytingarnar, sigur Jákup Sólstein.
Hinvegin vísir hann eisini á, at fiskimenn hava havt rættiga góða inntøku seinastu árini..
Sí eisini greinarnar "Ber til at semjast uttan buldur og brak" og " Nú mugu fiskimenn út á dekkið at festa sær í"