Kostar 606.000 krónur

Kostar 606.000 krónur

Fríggjamorgunin vórðu tilboðini at innrætta nýggja almanna- og heilsuskúlan á Tvøroyri, latin upp

Nýggjur skúli

Áki Bertholdsen

Tað fer at kosta 606.000 krónur at innrætta húsið, har nýggi almanna- og heilsuskúlin á Tvøroyri skal vera.

Tað varð greitt fríggjamorgunin, tá ið tilboðini at innrætta húsið, vórðu latin upp.

Til nýggjur skúli er bygdur, ætlandi um tvey, trý ár, skal almanna- og heilsuskúlin vera í Skúlahúsinum, mitt á Tvøroyri, sum verða leigað frá kommununi til endamálið.

Men áðrenn húsið kann brúkast til skúla, er tað neyðugt at innrætta alt húsið av nýggjum.

Arbeiðið varð boðið út herfyri í seks fak-enterprisum, nevniliga timburarbeiði, hiti, el, máling, gólv og jørð.

Tvey tilboð komu uppá hvørja enterprisu, men Finnleif Guttesen, býráðsformaður á Tvøroyri, sigur, at tað var sera lítil munur ímillum tilboðini, í onkrum førum bara 200 krónur.

Men eftir teimum lægstu tilboðunum, fer tað at kosta 606.000 krónur at gera alt arbeiðið.

Timburarbeiðið var nógv tann størsta enterprisan. Tað arbeiðið fekk Fær Byg, sum Signar Skaalum hevur, hann kann gera arbeiðið fyri 360.000 krónur.

Bærendsen Teknik fekk bæði arbeiðið at leggja hita og at leggja el. Tilboðið uppá hitan var uppá 33.000 krónur og tilboðið uppá elarbeiðið var uppá 53.000 krónur.

Terji Nielsen fekk eisini tvær enterprisur, nevniliga máling og gólv. Málaraarbeiðið kann hann gera fyri 64.000 krónur og gólvini kann hann leggja á fyri 53.000 krónur.

Seinasta enterprisan var jørðarbeiðið, tað fekk Andreas Olsen fyri 43.000 krónur.

Hetta arbeiðið umfatar at gera økið rundanum skúlan, eitt nú soleiðis at fólk sleppa inn og út í koyristóli, tvs, at skráar skulu gerast, garðar brótast niður o.s.fr.

MYNDATEKSTUR: MYND AV SKÚLANUM

Uttan er almanna- og heilsuskúlin í Suðuroy í góðum standi. Men innan skal alt gerast av nýggjum