Verður tað púra ókeypis at ferðast við Strandferðsluni og við Bygdaleiðum, og verður tað samstundis ókeypis at flyta bilar og farm, fer tað at kosta landskassanum 51 milliónir í mistari inntøku.
Tað hevur Fíggjarmálaráðið roknað út.
Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, hvussu nógv tað hevði kostað, at gjørt tað púra ókeypis at ferðast og at flyta bilar og farm innanlands í Føroyum við Strandferðsluni og Bygdaleiðum.
Jørgen Niclasen upplýsir, at inntøkurnar hjá Bygdaleiðum og Strandferðsluni av ferðaseðlum, gjaldi fyri bilar, og farmi, vóru einar 33,8 milliónir í fjør og inntøkurnar hjá Bygdaleiðum vóru 16,2 milliónir krónur, ella tilsamans 50 milliónir.
Verður sigling uppá Mykines tikin við, vóru inntøkurnar eina millión hægri, ella tilsamans 51 milliónir.
Jørgen Niclasen hevur eisini roknað út, at skal landskassin fáa mistu inntøkurnar inn aftur við at hækka avgjaldið á bensini og á diesel, hevði tað verður neyðugt at hækka prísin eina krónu og 12 oyru fyri liturin.
Les eisini: Bensin og diesel dýrka upp í 31 oyru liturin