Kostar 5 milliónir at hjálpa løgregluni

RÚSEVNI Skal løgreglan fáa møguleika at lurta eftir telefonum, fer tað at kosta einar fimm milliónir. Telefeløgini eru ikki ordiliga samd um, hvør skal bera kostnaðin

Skal løgreglan fá møguleikan at loynilurta eftir telefonsamrøðum, fer tað at krevja eina íløgu upp á einar fimm milliónir til tekniska útgerð.
Tað sigur Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele.
Tað ber væl til at loynilurta eftir telefonsamrøðum á fastnettelefonin, men tað ber ikki til at lurta eftir samrøðum á fartelefonum, uttan serliga, tekniska útgerð.
Hann leggur afturat, at prísurin kann broytast, alt eftir um talan verður um eina felags fyri Føroya Tele og Vodafon, ella um feløgini hava hvør sína skipan.
Stjórin í Føroya Tele sigur, at tað hevur verið kjak um, hvør skal rinda fyri íløguna, altso um tað skal vera løgreglan, sum skal brúka skipanina, ella landsstýrið, sum hevur ábyrgdina, ella televeitararnir sjálvir, hóast tað í veruleikanum ikki er teirra borð.
- Í Føroya Tele skilja vit trupulleikan og at hetta er ein tørvur, løgreglan hevur og tí eigur hon eisini at hava møguleikan at loynilurta eftir telefonsamrøðum.
Men Kristian Davidsen sigur, at hetta er ein íløga, Føroya Tele er sinnað at rinda sín part av.
Kortini heldur Føroya Tele, at báðir televeitararnir eiga at vera undir somu treytum.
- Tískil halda vit, at landsstýrið eigur at leggja eitt lógaruppskot fyri Løgtingið, sum áleggur veitarunum at úvega sær neyðugu útgerðina, so at tað ber til hjá løgregluni at loynilurta eftir telefonsamrøðum, sigur Kristian Davidsen.

Ivingarsamt
Gudny Langgård, stjóri í Vodafon staðfestir, at hetta er ein spurningur, sum ikki er viðgjørdur hesi bæði árini, hon hevur verið stjóri í Vodafone
Hon heldur, at tað hevur stóran týdning, at løgreglan fær møguleikan at loynilurta eftir telefonsamrøðum.
- Tí er hetta eitt øki, vit føla ábyrgd fyri.
Men hon staðfestir, at talan er um eina stóra íløgu og hon ivast í, hvussu rætt tað er at áleggja einari lítlari fyritøku at gera íløgur fyri milliónir fyri at gera arbeiðið hjá løgregluni rættari og hjálpa landinum.
Hinvegin staðfestir hon, at verður tað álagt televeitarunum at útvega neyðugu útgerðina, fer Vodafon sjálvandi at gera eftir tí.
Men øllum førum heldur hon, at televeitararnir eiga at rinda útreiðsluni eftir, hvussu stóran part av telemarknaðinum, tey hava.
Sjálv heldur hon, at einfaldasta loysnin er at hetta er ein útreiðsla, sum FT Net átekur sær og hevur ábyrgdina av at reka.
- Vit halda, at hetta er ein útreiðsla, landið eigur at rinda, kanska umvegis FT-Net, sum umsitur fjarskiftisnetið, sigur stjórin í Vodafon.
Kristian Davidsen heldur, at tað er veruleikafjart at hugsa sær, at FT-Net skal hanga upp á útreiðslurnar, men hann heldur, at tað hevði borið til at funni ein býtislykil ímillum báðar televeitararnar.
LES EISINI GREINiNA: Politiið í Føroyum sleppur nú at avlurta telefonir