Kostar 4 kr at taka pengar út

Bæði Føroya Banki og Føroya Sparikassi hava lagt at eitt gjald áljóðandi 4 krónur á, um tú tekur pengar út í eini sjálvtøku, sum ikki hoyrir til tín banka

Hevur tú eitt kort frá Føroya Banka og fert í eina sjálvtøku hjá Sparikassinum, og tekur 100 krónur út, so fara 104 krónur av kortinum. 1. apríl í ár legði Føroya Banki eitt gjald áljóðandi 4 krónur á, um tú tókst pening út úr sjálvtøkum, sum ikki hoyra til Føroya Banka.
Hálvan juni gjørdi Føroya Sparikassi akkurát tað sama. Har kostar tað eisini 4 krónur at taka pening út úr øðrum sjálvtøkum enn teimum, sum hoyra til Føroya Sparikassi.
Tað er soleiðis, at tað kostar bankunum eina ávísa upphædd, um tú tekur pening út aðrastaðni enn í tínum stovni. Áður hevur hetta ikki kostað kundanum nakað, men nú kostar tað altso 4 krónur.
Tað eru teir báðir stóru bankarnir, sum hava lagt hetta gjaldið á, meðan Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi ikki hava lagt nakað gjald á enn. So um tú ert kundi har, so kostar tað onki at taka pening út líkamikið hvar tú gert tað. Men ert tú kundi í Føroya Banka ella Sparikassanum, so kostar tað 4 krónur at taka út aðrastaðni enn í teirra sjálvtøkum.