Kostar 34,7 milliónir meiri enn ætlað

Kostnaðarætlanin heldur ikki, nú Tórshavnar Havn verður bygt út

Tað er nú greitt, at kostnaðarætlanin fyri at byggja Skansabryggjuna í Havn út, fer ikki at halda. Býráðið hevur áður játtað 465 milliónir krónur til arbeiðið, men nú vísir tað seg, at neyðugt verður at játta 34,7 milliónir afturat fyri at fáa tað liðugt. Sostatt fer útbyggingin at kosta 499,7 milliónir, tá ið tað er liðugt.

Ein orsøk til meirkostnaðin er, at nógv meiri grót skal brúkast til endamálið og harafturat hevur prísvøkstur og lønarvøksturin verið 32 milliónir krónur, har tey hava verið mettur at vera 14,1 millión.

 Eftir samráðingar ímillum partarnar er tað endað við, at Tórshavnar Havn skal játta 34,7 milliónir krónur afturat fyri arbeiðið, og tað skal Tórshavnar Býráð nú taka støðu til.