Kostar 20-30 milliónir um árið

Skal barnburðarfarloyvið í Føroyum leingjast soleiðis, sum Tjóðveldi hevur skotið upp, fer tað at kosta skipanin 20-30 milliónir um árið við teimum fortreytum, sum nú eru, har 600 børn verða fødd um árið.

Tað upplýsti Johan Dahl, landsstýrismaður, tá í Løgtingið umrøddi málið.

Tjóðveldi hevur skotið upp at bøta um barsilsskipanina og í hesum sambandið skal barnsburðarfarloyvið leingjast átta vikur.

Men tað skilst á løgtingslimum, at hóast teir halda, at tað allat tíðina er neyðugt bøta um skipanina, verður tað uppskotið hjá Tjóðveldi neyvan samtykt.

Bæði landsstýrismaðurin og fleiri onnur úr samgonguni mælti til at viðgera málið neyvari og heldur at taka málið upp í sambandi við nevndina, sum skal arbeiða við átøkum at venda gongdini við fráflyting.

Tey halda,at vit eiga alla tíðina at hava eina skipan, sum ikki er verri enn aðrastaðni, tí so flyta fólk bara

Tjóðveldi sigur annars, Barslilsskipanin hevur ráð til at leingja skipanina, uttan at hækka gjaldið, tí hon hevur sum heild givið avlop seinastu árini og í fjør varð avlopið næstan 18 milliónir.

- Tíverri er ein orsøk til yvirskotið, at færri børn verða fødd, og tann gongdin sær út til at halda fram.

- Skuldi tó tað gleðiliga hent, at tað brádliga verða fødd munandi fleiri børn, so kann peningur koma at mangla í. Men hendir tað, so er talan um eina sera jaliga avbjóðing, tí so er tekin um, at fleiri velja at føða síni børn her heima, og at fólkafráflytingin vónandi er við at venda til tilflyting, sigur Tjóðveldi.

Johan Dahl avsannar, at Barsilsskipanin hevur ráð at leingja gjaldið, uttan at hækka inngjaldið.

Útrokningar í Vinnumálaráðnum vísa, at verður uppskotið hjá Tjóðveldi samtykt, fer tað at kosta skipanini minst 20 milliónir krónur, kanska fer tað at kosta 30 milliónir, sigur hann.

Gjaldið í skipanina er, at løntakarar rinda 0,62% av øllum lønum teir fáa og arbeiðsgevarar rinda eisini 0.65% av øllum lønum, teir rindað.

Verður uppskotið hjá Tjóðveldi samtykt, má gjaldið hækkast minst upp í 0,66%, ella í ringasta føri upp í 0,83% av øllum lønum.

Hann sigur, at hóast skipanin hevur givið avlop hesi síðstu árini, hevur hon sum heild havt 130 milliónir í hallið hesi síðstu 11 árini, hon hevur virkað síðani 2001.