Kostar 15,6 milliónir at umsita Suðuroynna

ÚTREIÐSLA Suðuroyingar rinda yvir yvir tvær milliónir um árið í lønum til borgarstjórar og tilsamans kosta tær sjey kommunurnar í oynni 15,6 milliónir í umsiting

Í fjør kostaði tað 15,6 milliónir at umsita Suðuroynna.
Tað vísir ein uppgerð, sum Sosialurin hevur gjørt.
Suðuroyggin er býtt sundur í sjey kommunur og nú kommunuvalið nærkast, hava einstakar røddir aftur verið frammi um at leggja kommunur í oynni saman.
Í hesum sambandi hevur Sosialurin spurt allar kommunurnar, hvat tær rinda í lønum til borgarstjórar, kommunupolitikarar og, hvat kommunurnar annars kosta at umsita.
Uppgerðin visir, at tilsamans rinda suðuroyingar góðar tvær milliónir í lønum til teir sjey borgarstjórarnar.
Tilsamans er hetta vorðið til góðar 8,165.000 milliónir í øllum valskeiðnum.
Tilsamans rinda suðuroyingar sostatt 15,6 milliónir um árið fyri tær kommunalu umsitingingarnar í oynni.
Tað merkir, at hinir bý- og bygdaráðslimirnir, skrivarar og annað starvsfólk, fáa tilsamans góðar 7,4 milliónir í løn um árið.
Tað merkir so aftur, at í hesum fýra ára valskeiðnum hava suðuroyingar rinda tilsamans 62,4 milliónir til tær kommunalu umsitingarnar.
LES EISINI FLEIRI AÐRAR GREINAR UM SAMA EVNIÐ OG ODDAGREININA