Síðani februar 2015 hevur løgreglan í Danmark vart jødar í 422.436 tímar. Lønarútreiðslurnar fyri hesar tímarnar er oman fyri 100 milliónir krónur.
Talan er um vaktarhald uttan fyri sýnagogur, privat jødisk heim og jødiskar stovnar. Tørvurin á verju er sprottin eftir at Omar el-Hussein 14. og 15. februar í fjør leyp á Krúttunnuna og drap tvey fólk nærindis jødisku sýnagoguni í Keypmannahavn.
So seint sum í dag varð ein illgrunasamur maður handtikin uttan fyri sýnagoguna í Krystalgade í Keypmannahavn.
Fólkatingið gav í apríl í fjør 150 millliónir í eykajáttan til stríðið móti yvirgangið. Av hesum vóru 20 milliónir markaðar øktari trygd við jødiskar bygningar. Jødiska samfelagið fekk eisini 2 milliónir krónur í eykajáttan til vaktarhald.