Kostaði sjey bilførarum fleiri túsund krónur í part

Í gjár tók løgreglan fleiri bilførarar sum koyrdu nógv skjótari enn loyvt er

Í gjár var løgreglan á ferð við útgerðini at máta, hvussu skjótt bilførarar koyrdu. Og tað kom dátt við hjá fleiri bilførarum.

Í Kollafirði vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra so skjótt, at teir missa koyrikortið treytað. Teir koyrdu ímillum 84 og 89 kilometrar um tíman í bygdum øki, og sostatt mugu teir taka koyrikortið av nýggjum, annars missa teir tað.

Hetta verður ein dýr søga hjá teimum, tí teir mugu eisini til koyrilærara at fáa koyritímar og undirvísing í teori, og standa teir ikki royndina missa teir koyrikortið.

Harumframt fáa teir eisini eina trivaliga bót. Tann, sum koyrdi 84 kilometrar um tíman fær 3.000 krónur í bót og hinir báðir fáa 3.500 krónur í bót í part.

Harafturat fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 78 og 79 kilometrar um tíman í bygdum øki.

Hesir báðir bilførararnir fáa eisini 2.500 krónur í bót í part.

Í Eysturoynni vórðu tveir bilførarar tiknir, har annar koyrdi 118 kilometrar um tíman í óbygdum øki og hann missur sostatt koyrikortið treytað. Men hann fær somuleiðis eina bót upp á 2.500 krónur.

Harafturat fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra 108 kilometrar um tíman í bygdum øki. Afturat klippinum fær hann 2.000 krónur í bót.