Føroyar A-landsliðið í manshondbólti hevur í dag spælt seg í hálvfinaluna í Emerging Nations-kappingini.
Føroyar vunnu 26-21 á Kameroun, eftir at hava verið á odda 13-11 í hálvleikinum, og tí eru Føroyar nú bara ein dyst frá sjálvari finaluni.
Í tíðindunum á Rás 2, tók Birgir Hansen, ið saman við Kára Nielsen landsliðsvenjari hjá hondbóltsmonnunum, saman um dystin í dag. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.
Toppskjútti hjá Føroyum ímóti Kameroun í dag var Hans Eli Sigurbjørnsson við sjey málum, Áki Egilsnes sjeyt fimm, Tróndur Kragesteen og Tony Weyhe fýra í part, Allan Norðberg trý, Rókur Akralíð tvey og Jóannes Prestá skjeyt eitt mál.
Mótstøðulið í hálvfinaluni verður Kosovo, sum í dag vann 31-30 á Estlandi. Vónirnar fyri einum finaluplássið er tí hampuliga góðar, tí Føroyar vunnu 36-30 móti júst Kosovo í bólkaspælinum mánadagin.









