Kosovo kann gerast UEFA limaland nr. 55

Í Kosovo vóna tey at fáa evropeiska og altjóða limaskapin staðfestar komandi vár

Tá evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur aðalfund á Malta í mars 2016 er sannlíkt, at enn eitt limaland verður partur av UEFA.

 

Síðani Kosovo boðaði umheiminum frá, at teir lýstu seg at verða fullveldisríki hava kosovanar stríðst við at fáa altjóða limaskapir í nógvum altjóða felagsskapum. Orsøkin til stríðið er, at Serbia, Russland og onnur lond, serliga slavisk lond hava ikki vilja viðurkent Kosovo, sum eitt fullveldisríkið, men hava givið Serbia viðhald í, at Kosovo framvegis er partur av Serbia.

 

Nú vónar og væntar fótbóltssambandið í Kosovo at fáa UEFA-limaskap, og hareftir FIFA limaskap. Hóast bólkarinir til komandi HM-undankapping eru drignir, so vónar Kosovo kortini at sleppa at taka lut í tí komandi HM-undankappingini til HM-endaspælið, sum verður í Russlandi á sumri í 2018.

 

Í Kosovo vóna tey at fáa innivist í einum teimum báðum evropeisku undanbólkunum, sum bara hava fimm lið. Allir hinir evropeisku undanbólkarnir, eisini tann hjá Føroyum hava seks lið. 

 

Ì 2012 boðaði FIFA-forsetin, Sepp Blatter frá, at Kosovo kundi byrja at spæla venjingardystir ímóti øðrum landsdystum, men UEFA-forsetin, Michel Platini boðaði tá frá, at tað kom ikki uppá tal, fyrrenn ein endalig og haldgóð loysn var funnin á trupuleikanum. 

 

Tað, sum hjálpir Kosovo væl í søkini er, at landið er viðurkent av Sameindum Tjóðum, sum fullveldisríki, og er limur í Sameindum Tjóðum. Hetta hjálpti Kosovo at vinna olympiska viðurkenning í desember í fjør - ein viðurkenning Føroyar søktu um fyri 31 árum síðani - og tí er arbeiðssetningurin at gerast partur av UEFA og FIFA munandi lættari nú.

 

Kosovo spældi sín fyrsta venjingardyst í mars í fjør ímóti Haiti. Dysturin endaði við javnleiki 0-0. 22 av 28 limalondum í ES viðurkenna Kosovo, sum ein suverenan stat.