Í fjør vóru Føroyar í bólki saman við Kosovo til Nations League kappingina. Kosovo var tá seedað niðast í bólkinum hjá Føroyum, men longu beinavegin var greitt fyri tey flestu, at veruliga styrkin hjá Kosovo var væl betri, enn hvat seedingin hjá UEFA vísti.
Í kvøld hevur Kosovo aftur víst dømi uppá sína styrki. Kosovo var nevniliga um reppið at vinna á heimavølli í venjingardysti móti Danmark, sum ikki javnaði fyrrenn í seinasta minutti. Dysturin endaði við 2-2 javnleiki.
Tá Føroyar í fjør spældu móti Kosovo, endaði útidysturin hjá Føroyum við sigri til Kosovo, meðan heimadysturin endaði við einum væl uppibornum 1-1 javnleiki. Orsøkin til, at Kosovo higartil hevur verið seedað so lágt, er tí at Kosovo er eitt lutfalsliga nýtt land í altjóða fótbólti.










