Kosovo fær kvinnuligan forseta

Tingið í Kosovo hevur valt ein kvinnuligan løgreglukommandant uttan politiskar royndir til forseta landsins, skrivar dr.dk. Harvið er Kosovo sloppið undan vali í úrtíð, eftir at fyrrverandi forsetin varð noyddur at leggja frá sær.

Atifete Jahjaga verður triði forsetin í Kosovo síðani september í fjør í einum landi, sum upplivir fíggjarligar trupulleikar og politiskan ófrið.

Jahjaga er minni enn eitt ár eldri enn tey 35 árini, sum er minstamark fyri ein forseta í landinum.

Atifete Jahjaga er fyrsti kvinnuligi forsetin í Kosovo, sum gjørdist sjálvstøðugt fyri trimum árum síðani.