Serbiska stjórnin sýtir framvegis fyri at góðtaka, at Kosova fær sjálvstýri, soleiðis sum tann albanski meirilutin í landslutinum ætlar. ES kunngjørdi í gjár, at øll limalondini uttan Kýpros taka undir við, at Kosova verður sjálvstøðugt ríki, og tað fekk alt fyri eitt serbisku stjórnina at leggja málið fyri ST. Serbiski forsetin, Boris Tadic, segði í gjár, at málið verður lagt fyri trygdarráðið hjá ST við áheitan um at lata altjóða dómstólin í Haag gera úrskurð um, hvørt Kosova hevur lógarheimild til at taka sjálvstýri ella ikki. Albanski meirilutin í Kosova sigur, at Kosova verður lýst sjálvstøðugt tíðliga næsta ár.