Tað vísir seg, at óviðkomandi hava fingið atgongd til nethandilin, og tískil er møguleiki fyri, at teldusníkar hava fingið atgongd til kortupplýsingar hjá kundum, ið hava keypt í tíðarskeiðinum frá 28. august til og við 5 .september 2023. Tøkniserfrøðingar og bankaráðgevararnir viðmæla teimum, sum hava keypt umvegis nethandilin, at sperra gjaldskortið stundisliga og at bíleggja eitt nýtt, skrivar skalkur.fo á heimasíðu síni. Teir leggja afturat, at tey endurrinda útreiðslur, sum standast av hesum og biða viðskiftafólk um at senda avrit av kvittanini til kundatanasta(at)skalkur.fo
Skálkur.fo siga, at tey hava sett seg í samband við øll viðskiftafólkini, sum tey meta eru rakt av hesum.
“Vit eru sera hørm um støðuna. Fyri at tryggja tykkum best møguligt lata vit, í samráð við trygdarfrøðingar, nethandiling aftur til nýggj heimasíða er klár”
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við skálkur.fo á telefon 79 22 99 ella 31 54 02