Nets sigur, at talan var um eit tekniskt brek, men júst hvat tað var, sum hendi um vikuskiftið, duga tey ikki at siga enn. Í løtuni arbeiða tey við at rætta tær skeivu gjaldingarnar, men hjá summum kann tað taka tríggjar dagar, áðrenn pengarnir koma aftur á kontuna.
Nets umsitur eisini kortskipanina hjá teimum føroysku peningastovnunum. Í Bank Nordik verður sagt, at tey hava ikki staðfest nakra dupultbóking hjá teirra viðskiftafólkum.
Søren Winge hjá Nets sigur við danska kringvarpið, at fólk, sum halda, at okkurt er farið tvær av kontuni seinasta vikuskiftið, skulu seta seg í samband við bankan.