? Vit hava tosað um Føroyar tey seinastu tíggju árini, og um nær vit fara at arbeiða her, sigur John Garrow, sum er komin til Føroya at samskipa virksemi hjá skipinum.
Kommandor Jack hevur eisini havt fleiri uppgávur í Føroyum seinastu tíðina. Skipið hevur staðið fyri at gera botnkanningar, har ein telekaðal skuldi leggjast millum Føroyar og Ísland, og nú er tað komið til Føroyar at gera veðurmátingar fyri universitetið í Hamburg, sum er liður í eini heimsumfatandi skráseting av veðurlagnum. Hetta skal staðfesta veðurlagsbroytingar.
Ein onnur áhugaverd uppgáva hjá skipinum hevur verið at gera botnkanningar fyri Statoil. Oljufelagið, sum leggur fyri við at bora í Føroyum, bílegði skipið at taka lívfrøðiligar royndir av havbotninum, sum vórðu sendar á eina starvsstovu at kannast.
? Tað er vanligt at oljufeløg gera lívfrøðiligar kanningar av umhvørvinum, áðrenn byrjað verður at bora. Soleiðis kunnu tey staðfesta, um nakrar broytingar eru í djóra- og plantulívi við leitingarøki, tá tey taka somu royndir eitt ár eftir, greiðir John Garrow frá. Á henda hátt verða árin av dálking skrásett.
Gamalt skip ? nýggj útgerð
Skipið er bygt í 1961 og er tí ikki heilt nýtt, men nýggju eigararnir hava nýtímansgjørt tað munandi við umbyggingum og framkomnari tøkni.
? Hetta er eitt gamal skip, sum vit hava nógv bøtt um. Nú hava vit ógvuliga framkomna navigatiónsútgerð umborð, so vit kunnu átaka okkum torførar uppgávur, greiðir John Garrow frá.
? Vit hava GPS-skipan umborð, so vit kunnu liggja á sama punkti sjálvt í ógvuliga ringum sjógvi, og tí er hetta skipið væl egnað til kortlegging av havbotninum.
Kommandor Jack hevur serútgerð at kortleggja havbotnin, og tað er hetta, sum teir fáast mest við. Um oljufeløg skulu leggja rør av einum boripalli til lands, so skal skipið finna ta bestu leiðina eftir botninum.
John ivast í, um talan verður um at leggja rør av boripallum til lands í Føroyum. Hetta verður oftast gjørt, tá talan er um fasta boripallar, men teir flestu boripallarnir nú á døgum eru flótandi.
Men teir átaka sær eisini aðrar uppgávur sum at gera mátingar av sjónum og kanningar av djóralívi á havbotninum. Skipið verður tó mest brúkt av oljufeløgum, ið hava tørv á neyvum botnkanningum, sum Kommandor Jack kann veita við tí stóra ekkoloddinum á kjølinum.
Væntar nógv virksemi
John Garrow og fyritøkan hann starvast hjá vænta, at Føroyar fer at vera eitt øki, har teir fara at fáa nógvar arbeiðsuppgávur í framtíðini.
Meðan vit práta stevnir Norrøna inneftir vágni, og John sigur, at tað skjótt fer at vera nógv meira trongligt í hesi havnini framyvir. Um olja er í undirgrundini.
? Hetta fer at broyta tykkara gerandisdag í Føroyum, og nógv fremmandafólk kemur til landið. Stórur eftirspurningur verður eftir arbeiðsmegi, og tí kunnu tit vænta, at lønir fara uppeftir.
Hóast eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi í oljuvinnuni fer at økjast, so heldur John tað vera av alstórum týdningi, at fiskivinnan framvegis kann útvega sær arbeiðsfólk, tí tær siðbundnu vinnurnar mugu halda fram eftir sama leisti sum áður.
Í øðrum londum sum í Hetlandi er ein oljugrunnur settur á stovn, tá oljuvinnan tók dik á seg har fyri góðum tjúgu árum síðani. Hesin oljugrunnur veitir íbúgvunum í Hetlandi vegir, svimjihallir og aðrar hentleikar, men stjórnin í London fær sanniliga eisini sín part av oljupengunum.
John Garrow sigur, at føroyingar fyrst skulu fáa oljuna upp úr undirgrundini, áðrann vit fara at tosa um, hvussu pengarnir skulu býtast.