Tað var stutt ímillum, at dómarin hevði kortið á lofti, tá ið 07 Vestur í kvøld hevði vitjan av teimum næstbestu hjá B36.
Ivaleyst høvdu gestirnir undan ferðini úr høvuðsstaðnum og vestur til Sørvágs einki havt ímóti, at teir høvdu eitt stig við sær suður aftur. Men soleiðis sum gongdin var, so var einki at siga til, um teir vóru vónbrotnir soleiðis at skilja, at B36 legði seg á odda 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tað var ikki fyrr enn níggju minuttir undan dystarloki, at 07 Vestur javnaði til 1-1, sum varð úrslitið.
B36 hevði gyltan møguleika at leggja seg framum, tá ið tíggju minuttir vóru farnir, men Jóhann Hansson Joensen misbrúkti brotssparkið.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki skoraði Martin Agnarsson, og so var 1-0 til B36. B36 helt tørn um leiðsluna, til tað restaðu níggju minuttir. Tá javnaði heimaliðið. Málskjútti var miðverjin Dann Fróðason.
Tølini siga, at 07 Vestur hevði fleiri støður og royndir enn B36. 07 Vestur hevði níggju hornaspørk og B36 trý. 07 Vestur hevði 17 royndir á og við síðuna av B36 málinum, og B36 hevði níggju royndir á og við síðuna av 07 Vestur málinum.
Dómarin hevði kortini trettan ferðir á lofti. Tað bar við sær, at níggju minuttir vórðu lagdir aftrat seinna hálvleiki. Í tíðini, sum varð løgd aftrat, sóu heimamenninir gula kortið tríggjar ferðir, og teir í B36 sóu hesar níggju minuttirnar gula kortið tríggjar ferðir og reyða kortið sóu teir einaferð.
07 Vestur er framvegis væl við í kappingini um at flyta upp. Liðið er á fimta plássi við 27 stigum, sum er eitt færri enn B68, ið er á fjórða plássi
B36 er á sætta plássi við 24 stigum.
Fríggjakvøldið skal 07 Vestur til Klaksvíkar, og B36 skal spæla á útivølli ímóti NSÍ.