Kiev, Ukraina: Undan dystinum móti Fraklandi leygardagin vóru fleiri avboð. Umframt avboðini frá Óla Johannesen og Marna Djurhuus, var Jákup á Borg skaddur – tað er hann framvegis – og Atli Danielsen leikbannaður.
Helst hevði landsliðsvenjarin gjørt onkrar smærri broytingar til dystin mikudagin, eftir stórtapið fyri fronsku heimsstjørnunum, men nú er greitt, at Jógvan Martin Olsen verður noyddur at gera fleiri broytingar á liðnum orsaka av avboðum av ymiskum slag.
Profilar givið avboð
Súni Olsen, sum saman við Mikkjal Thomassen hevur mannað sentrala miðvøllin hjá Føroyum, er leikbannaður mikukvøldið og er tískil ikki tøkur.
Fróði Benjaminsen, ið er sæddur at yvirtaka leiklutin sum stýrimaður í verjuni eftir Óla Johannesen, kann gerast pápi fyrsta dagin og ynskir tí ikki at fara av landinum. Tí er hann heldur ikki við.
Harnæst legðist verjuleikarin Herbert í Lon Jacobsen sjúkur leygarkvøldið, og tí fekk hann ikki komið við til Ukraina, umframt at framrættaði miðvallarleikarin Hans Pauli Samuelsen leygarkvøldið boðaði Jógvan Martin Olsen frá, at hann ikki ynskti at fara við til Ukraina.
Atli, Tem og Hanus
Hetta er sjálvsagt ein keðilig støða hjá landsliðsvenjaranum, og tí hevur hann sent boð eftir øðrum fólki. Talan er um miðvallarleikararnar Tem Hansen og Hanus Thorleifsson. Eisini kemur tað væl við, at Atli Danielsen er tøkur aftur, eftir at hann sat yvir leygardagin.
Hesir tríggir vóru tó ikki partur av ferðalagnum til Ukraina sunnudagin, men komu til Kiev í dag.
Trupul uppgáva
Henda útskifting í hópinum merkir við øðrum orðum, at Jógvan Martin Olsen aftur hevur eina trupla uppgávu, tá liðið skal setast mikudagin. Nýggjur miðverji skal finnast fyri Fróða Benjaminsen. Mest upplagda valið tykist vera Óli Hansen. Somuleiðis skal ein avloysari finnast fyri Súna Olsen. Her kundi Atli Danielsen verið eitt gott boð, tá hann í Frem er fastur fúsur á miðvøllinum, hóast vit á landsliðnum einamest kenna hann í leiklutinum sum høgri bakkur.
Annar møguleiki er at lata Atla spæla á høgra bakki og taka Christian Høgna Jacobsen longur fram á vøllin, men tá stendur spurningurin við sentrala miðvøllin framvegis ósvaraður. Og ósvaraðir sleppa hesir spurningar at standa til mikukvøldið, tá Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, enn einaferð hevur blandað kortini av nýggjum.