Kortini øl í Parkini

Ágangurin frá dønum hevur verið harður, síðani UEFA gjørdi av, at FCK ikki slapp at selja øl við alkoholi í til heimadystirnar í Champions League. Og hesin ágangur hevur nú fingið UEFA at boyggja seg. Nú verður nevnliga sagt, at FCK fær loyvi at selja øl við alkoholi í, men at alkohol-innihaldið tó ikki má fara upp um 2,6%.