Kortini komu kortini

Hóast tey ikki komu til ásettu tíð, so eru spælikortini, ið Norðurlandahúsið gevur út, nú kortini komin

Fráfarni stjórin í Norðurlandahúsinum, Peter Turtschaninoff, tók stig til at lata spælikort gera. Vegna verkfall og annað, so komu kortini ikki fram, sum ætlað, áðrenn hann á samkomu segði farvæl og har upprunatekningarnar hjá Bárði Jákupsson eisini vóru at síggja.


Eru nú komin

Men nú eru tey komin og snøgg og snotulig ery tey. Bárður Jákupsson lýsir myndir og persónar úr kvæðum okkara, men sum nakað serstakt, so er spegilsmyndin ikki bert ein ímyndan av myndini omanfyri. Vendir ein kortinum við, so sæst persónurin, sum nútíðar persónur. Listamaðurin ímyndar sær, hvussu Brynhild, Karlamagnus, Ríkálvur og onnur høvdu sæð út, um tey gingu millum okkum í dag.

Peter Turtschaninoff er sjálvur íðin kortsavnari og á samkomuni, tá hann fór úr starvi, segði hann m.a. skemtandi, at hann hevur spælikort eftir Picasso og øðrum stórum listamonnum, so hví ikki eisini eftir Jákupsson. Eingin ivi er tó um, at Føroyar, føroysk mentan og list stendur hjartað hansara nær

Snøggu spælikortini eru nú til keyps og kosta 60 krónur hvørt spælið. Ognar ein sær tvey spøl, fær ein tey fyri 100 krónur.