Kortið festi í

- Hatta kortið havi eg ikki sæð áður. Okkara fiskifrøðingar gera kort yvir sildastovnin, saman við fiskifrøðingum úr Norra og Íslandi, og hatta kortið, ið tú vísir mær nú, samsvarar ikki við tey kortini.

 

Tað segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá hann í Deadline í gjárkvøldið varð biðin um at gera viðmerkingar til eitt kort, sum vísir, at sildastovnurin at kalla ikki er í føroyskum sjógvi.

 

Kortið varð undirbygt av úttalilsi frá Esben Sverdrup-Jensen, stjóra í Danmarks Pelagiske Producentorganisation, sum er felagið hjá donsku uppsjóvarvinnuni.  Esben Sverdrup-Jensen vísti á, at sildastovnurin í roynd og veru hevur flutt seg longur eystureftir, burtur úr føroyskum sjógvi og ímóti Norra.

 

Jacob Vestergaard hevði tó sjálvur einki kort við sær í sjónvarpsstovuna í gjárkvøldi.

 

- Vit hava ikki fingið høvi at leggja okkara prógv á borðið. Vit hava biðið um at fáa í lag samráðingar um eitt nýtt sildabýti. Men tað er okkum higartil noktað. Men vit vóna at fáa henda møguleika til komandi strandalandasamráðingar. Tá vilja vit føra fram okkara sjónarmið og leggja neyðugu prógvini á borðið, segði Jacob Vestergaard í Deadline í gjárkvøldi.

 

Løgmaður var skjótur úti og stuðla sínum landsstýrismanni. Á facebook í gjárkvøldi skrivaði Kaj Leo Holm Johanesen:

 

ES kann ikki bæði pástanda at sildin ikki er í føroyskum øki, sambært kortinum sum víst var í Deadline í kvøld, samstundis sum teir ákæra okkum at oyða sildastovnin. Jacob kláraði seg sera væl.

 

Eisini Sjúrður Skaale, sum síðstu dagarnar alment hevur eftirlýst argumentatión frá landsstýrinum, viðmerkir á sínum facebook-profili kortið í Deadline:

 

Kortið yvir sildastovnin, sum var víst í Deadline í kvøld, var sera áhugavert. Tað stavar heilt víst frá fiskivinnuni í ES og Norra, sum rekur miðvísa lobby, og tað vísti, at nærum eingin sild er við Føroyar. Men samstundis ákærir henda sama lobby Føroyar fyri at hótta stovnin við fiskaríi á egnum øki - her nærum eingin sild altso finst, sambært teimum sjálvum... Tað hongur ikki saman og má kallast at blæsa og hava mjøl í munninum.

 

Men samstundis ávarar Sjúrður Skaale enn einaferð, at Føroyar eru so passivar í argumentatiónini:

 

Lobbyisman hjá londunum, vit stríðast ímóti, hevur alt ov lætt spæl. Hóast vit "ikki samráðast við journalistar", sum landsstýrismaður plagar at siga, so hevur almenna umrøðan sera stóran týdning. Hetta má takast í nógv størri álvara, skrivar Sjúrður Skaale.